Close
Add this song to My favourites Printable version
View chords

Reginsmiður



1.
Viljið tær nú lýða á,
meðan eg man kvøða
um teir ríku kongarnar,
sum eg vil nú umrøða.
2.
Sigmund so nevni eg
tann Vølsungsson,
tað var hin unga Hjørdis,
kona hans var hon.
3.
So glaðiliga drekka teir
í ríkinum jól,
so týðuliga seta teir
sín teknarastól.
4.
Ófriður gekk á
ta heilu høll,
so manniliga vardu teir
hin ríka kongsins fjøll.
5.
Tá var har so mikil
ríka manna gongd,
ófriður gekk á
kong Giurs lond.
6.
Ófriður gekk á
kong Giurs lond,
leggja teir sínar bardagar
suður við sjóvarstrond.
7.
Ríða teir í bardagar,
eingin kemur heim,
eftir livir Hjrødis
bæði við sorg og mein.
8.
Ríða teir í bardagar,
lata har sítt lív,
eftir livir Hjørdis,
Sigmundar vív.
9.
Hjørdis akslar sær
kápu blá,
so gekk hon á vøllin fram,
sum Sigmundur lá.
10.
„Ligg nú heilur, Sigmundur,
søti mín,
eg man vera í sorgartíð
komin at vitja tín.
11.
Hoyr tú, reysti Sigmundur,
søti mín,
er tað nakað grøðandi
sárini tíni?“
12.
„Seint manst tú, Hjørdis,
fáa til tey ráð:
at geva mær tey smyrslini,
sum grøða kunnu míni sár.
13.
Hundings synir í randargný
skaðan gjørdu har,
eitur var í svørðinum,
teir bóru ímóti mær.
14.
Áðrenn eg tað fyrsta
sárið fekk,
sundur mítt góða svørð
í tógva lutir gekk.
15.
Tá ið eg fekk tað
annað sár,
illa neit at hjartanum,
tað hyggi at tí gár.
16.
Tak tú hesa
svørðslutir tvá,
lat tú teir til smiðju bera,
ungan son vit fá’.
17.
Tað, ið tú hevur í vón hjá tær,
tað er sveinsbarn,
tú føð tað væl við alvi upp,
tú gev tí Sjúrðar navn.
18.
Av sonnum eg tað
sigi nú til tín:
hesin sami sonurin
skal hevna deyða mín.
19.
Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú fáa
hesa svørðislutir tvá.
20.
Fávnir eitur ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin hann er góður smiður,
fáum er hann dyggur.
21.
Eg kann ikki, Hjørdis,
longur tala við teg,
tí hetta man vera deyðastund,
ið komin er á meg.“
22.
Grátandi snúðist Hjørdis
Sigmundi frá,
allar hennar hirðkonur
tær stóðu henni hjá.
23.
Allar hennar hirðkonur,
tær stóðu henni við,
tá ið frúgvin Hjørdis
fell í óvit niður.
24.
Tað var tá sum oftum enn,
tað kom á so brátt:
kongin søkti helsótt
á teirri somu nátt.
25.
Ikki kostaði Hjrødis
minni til enn tá,
børuna av reyðargulli
læt hon Sigmundi slá.
26.
Eystantil undir heyginum,
ið dreingir reika á fold,
gróvu teir tað ljósa lík
niður í døkka mold.
27.
Eystantil undir heyginum,
ið dreingir eyka tal;
dimmur er hesin dapri dagur
niður í mold at fara.
28.
Grátandi fór nú Hjørdis,
í sínum sali at sitja,
Hjálprek kongur fyrstur var,
ið frúnna mundi vitja.
29.
Sigmundur kongurin
frá Hjørdisi gekk.
Hjálprek kongurin
frúnna aftur fekk.
30.
Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánaðir taldar,
til at teirri stundini leið,
hon føðir ein svein so baldan.
31.
Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánaðir sínar,
til at hennara stundini leið,
hon føðir ein svein so fríðan.
32.
Tað var tá sum ofta er enn,
at duld eru døpur mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.
33.
Sveipar hon hann í klæði væl,
tá ið hann kom í heim,
Sjúrð so bað hon nevna sær
hin gævuliga svein.
34.
Hann vaks upp í ríkinum
til gævuligan mann,
Hjálprek kongurin
fostraði hann.
35.
Hann vaks upp í ríkinum
skjótt og ikki leingi,
gjørdist hann í høggum tungur,
hann bardi kongsins dreingir.
36.
Hann var sær á leikvøllum
undir reyðum skildri,
lærdi allar listir tær,
ið kappin kjósa vildi.
37.
Hann var sær á leikvøllum
burtur við aðrar sveinar,
hvørja ta tíð, teir reiðir vóru,
stóð eitt stríð av meini.
38.
Hann var sær á leikvøllum,
hann millum manna herjar,
rívur upp eikikelvi stór,
hann lemjir summar til heljar.
39.
Niður setast sveinarnir,
reiðir ið teir vóru:
„Líkari var tær faðir at hevna,
enn berja os so stórum.“
40.
Sjúrður kastar reyðum skildri
niður á døkka fold,
tá ið hann hoyrdi síns faðirs deyða,
hann sortnaði rætt sum mold.
41.
Kastar hann svørð og herklæði,
han lystir ei longur at leika,
gongur so inn fyri móður sína
við reyðar kinnar og bleikar.
42.
„Hoyr tað, sæla móðir mín,
sig mær satt ífrá:
hvussu var hann at navni nevndur,
ið mín faðir vá?“
43.
„Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá,
tað vóru Hundings synir,
ið tín faðir vá.
44.
Tað vóru Hundings synir,
ið tín faðir vá,
tað verður ei, meðan tú livir,
tú sømdir av teim manst fá.“
45.
Sjúrður svarar síni móður
alvæl, sum hann kundi:
„Ofta hava vaksið ungum rakka
hvassar tenn í munni.“
46.
Hjørdis gongur at kistuni,
sum øll var í gulli drigin:
„Her sært tú tey herklæði,
sum tín var faðir í vigin.“
47.
Hon læsir upp ta kistuna,
sum nógv goymdi gull og fæ,
tekur upp tað blóðigu skjúrtu
og kastar honum á knæ.
48.
Tekur hon teir svørðislutir,
Sjúrði hon teir fær:
„Hetta gav tín sæli faðir,
ið mikið gott unti mær.
49.
Tak tú hesa
svørðislutir tvá,
tær eitt annað javngott
svørð av teim at slá.
50.
Regin smiður býr
fyri handan á;
honum skalt tú bera
hesa svørðislutir tvá.
51.
Fávnir eitur ormurin,
á Glitraheiði liggur:
Regin hann er góður smiður,
fáum er hann dyggur.
52.
Gakk tú fram at fossinum,
kasta stein í á,
kjós tær hest til handar
sum ikki víkur frá.“
53.
Gekk hann sær at fossinum,
kastaði stein í á;
hann tók tann av hestunum,
sum ikki veik ífrá.
54.
Hann var valdur í ríkinum,
av øllum var hann bestur;
síðani var hann kallaður
Grani, Sjúrðar hestur.
55.
Sjúrður loypur á Grana bak
morgun ein so snimma,
síðan reið hann yvir um á
Regin smið at finna.
56.
Tað var hin ungi Sjúrður
ríður fyri dyrnar fram;
Regin kastar smíði øllum,
tók sær svørð í hond.
57.
„Hoyr tað, frægi Sjúrður,
tú ert so menskur ein mann;
hvørt stendur ferðin tín,
hvørt ríður tú fram?“
58.
„Hoyr tú tað nú, Regin,
higar stendur mín ferð;
ger mær tað tú, Regin smiður,
smíða mær nú eitt svørð.“
59.
„Ver vælkomin, Sjúrður,
tú hevur verið mær kærur,
dvølst í ríkinum nakra tíð,
tú ver í nátt hjá mær.“
60.
„Eg kann ikki, Regin smiður,
dvøljast her hjá tær;
Hjálprek kongur saknar meg
úr hásæti hjá sær.
61.
Smíða tú mær svørðið
virðiliga og væl,
bæði má eg vega við tí
jarn og so stál.
62.
Smíða skalt tú mær svørðið
skært og so reint,
bæði skalt tú vega við tí
jarn og so stein.“
63.
Regin tók við svørðinum,
legði tað í eld,
tíggju næturnar,
hevði hann tað í gerð.
64.
Tíggju næturnar
hevði hann tað í gerð,
tá var hin ungi Sjúrður
riðin aðra ferð.
65.
Sjúrður loypur á Grana bak
morgun ein so snimma,
síðan reið hann yvir um á
Regin smið at finna.
66.
Tað var hin ungi Sjúrður,
ríður fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði
og tók sær svørð í hond.
67.
„Ver vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær ei hugurin,
tú verður til víggja førur.
68.
Smíðað havi eg svørðið,
skært og so reint,
bæði skalt tú vega við tí
jarn og so stein.“
69.
Sjúrður gongur at stórum
royndi alv so fast,
sundur hans svørð tá
í tógva lutir brast.
70.
„Deyðan ert tú, Regin,
av mær verð,
fyri tú vildi svíkja meg
í tíni vápnagerð.“
71.
Báðar tekur hann svørðislutirnar,
kastar honum á knæ,
skalv tá Regin smiður
sum eitt liljublað.
72.
Báðar legði hann svørðislutirnar
aftur í hans hond,
tá skalv hondin á Regin smiði
sum á liljuvond.
73.
„Smíða skalt tú annað svørð,
men smíðar tú tað svá,
vita skalt tú, Regin,
lív skalt tú ei fá.
74.
Svørðið skalt tú gera
so reiðuliga hart,
bæði skal eg vega við tí
stál og so jarn.“
75.
„Smíði eg tær annað svørð
og verður tað ei svá,
hjartað úr orminum,
tað leggi eg treytir á.
76.
Hoyr tað, ungi Sjúrður,
smíði eg tær svørð,
hjartað úr orminum,
tað vil eg hava í verð.“
77.
Regin tók við svørðinum,
legði tað í eld,
tríati næturnar
hevði hann tað í gerð,
78.
Tríati næturnar
hevði hann tað í gerð,
tá var hin ungi Sjúrður
riðin triðju ferð.
79.
Sjúrður loypur á Grana bak
morgun ein so snimma,
síðan reið hann yvir um á
Regin smið at finna.
80.
Tað var hin ungi Sjúrður,
reið fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði,
tók sær svørð í hond.
81.
„Ver vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær ei hugurin,
tú verður so víða á ferð.“
82.
Sjúrður gongur at stiðjanum,
høggur alvæl fast,
hvørki mátti røkka, ei støkka,
so var svørðið hart.
83.
So høggur hann Sjúrður
fastliga til,
sundur kleiv hann stiðjan
og stabban við.
84.
Tað rennur ein á frá keldu upp,
onnur skamt ífrá
Gramm kallar hann svørðið,
á hallargólvi lá.
85.
„Hoyr tað, frægi Sjúrður,
tú far og kann um vív,
fyri tílíkan høvdinga
vildi eg latið lív.“
86.
„Hoyr tú tað nú, Regin,
hetta sigur tú mær,
men annað býr í hjartanum,
Regin smiður, á tær.“
87.
„Enntá, frægi Sjúrður,
siga skalt tú mær,
nær tú ríður á Glitraheiði,
lat meg fylgja tær.“
88.
„Fyrst ríði eg í randargný,
Hundings synir at finna,
so fari eg á Glitraheiði,
men tað fýsir meg minna.
89.
Fyrst ríði eg í randargný,
Hundings synir at fella,
so fari eg á Glitraheiði,
tí mær man einki bella.“
90.
Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar honum ei eyð,
reið hann tá í randargný,
han hevndi sín faðirs deyða.
91.
Allar vá hann Hundings synir,
væl kom hann aftur frá teim,
skamri stund í ríkinum var,
hann reið á Glitraheiði.
92.
Tað var Sjúrður Sigmundarson,
ríður fram við skóg,
møtti honum gamalur maður,
hann settist niður á lón.
93.
Har kom maður á vøllin fram,
eingin ið hann kendi,
síðan hatt á høvdi bar,
finskan boða í hendi.
94.
„Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
tú ert so reystur ein mann,
hvørt stendur nú ferðin tín,
hvørt ríður tú fram?“
95.
Har kom maður á vøllin fram,
hann vá við eggjateini;
eyga hevði hann eitt í heysi,
knept var brók at beini.
96.
„Eg reið fyrst í randargný
teir Hundings synir at finna;
nú ríði eg á Glitraheiði,
roysnisverk at vinna.“
97.
„Hoyr tú, reysti Sjúrður,
siga skalt tú mær;
hvør er hesin vesali maður,
ið fylgi er við tær?“
98.
„Regin smiður kallast hann,
ormsins bróðir hann er;
tí havi eg hann í fylgi við mær
á hesi míni ferð.“
99.
„Hvør bað teg grava
hesar gravir tvær?
deyðan man hin sami maður
hava ætlað tær.“
100.
„Regin legði mær ráðini
at grava gravir tvær;
tí hann er mín vinmaður
við mær á hesari ferð.“
101.
„Hevur Regin biðið teg
grava gravir tvær;
hann er versti svíkjari
og deyða vil hann teg.
102.
Væl mást tú, Sjúrður,
akta har uppá;
at tú ikki deyðan skalt
av hesum ormi fá.
103.
Grava tú ta triðju,
tú grava hana skamt ífrá,
ein mun av eitrinum
lívir hon tær tá.
104.
Grava tú enn ta fjórðu,
har longur fram,
upp úr grøvini
skalt tú vega hann.
105.
Grava skalt tú ta fjórðu,
tú grava hana har íhjá,
síðan skalt tú, Sjúrður,
á jørðini stá.“
106.
Ormur er skriðin av gullinum,
frá man frættast víða,
Sjúrður setist á Grana bak,
hann býr seg til at ríða.
107.
Ormur er skriðin á gullinum,
tykist hava grið,
Sjúrður trívur um benjarkolv,
hann býr sítt svørð nú til.
108.
Tríati favnar var fossurin,
ið ormurin undir lá,
uppi vóru hans bæði bøksl,
men búkur á homrum lá.
109.
Uppi vóru hans bæði bøksl,
men búkur á homrum lá,
tað var hin reysti Sjúrður,
hann sínum svørði brá.
110.
Sjúrður gav so vænt eitt høgg,
tað øllum tókti undur,
tá skalv bæði leyv og lund
og allar veraldar grundir.
111.
Tá skalv bæði leyv og lund
og allar veraldar grundir,
Sjúrður brá sínum bitra brandi,
hjó hann um miðju sundur.
112.
Tað spurdi ormurin,
tá ið hann í brotum lá:
„Hvør er sá hin hugdjarvi,
ið høgga torir svá?“
113.
„Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjørdis,
hon bar meg í heim.“
114.
„Hoyr tú tað nú, Sjúrður,
hvat eg tali til tín:
hvør fylgdi tær ta longu leið
higar nú til mín?“
115.
„Regin er tín bróðir,
hann vísti mær veg,
hann er hin versti svíkjari,
deyða vildi hann teg.“
116.
Til tess svaraði ormurin,
meðan hann fleyt í blóði:
„Drepa skalt tú Regin smið,
tóat hann er mín bróðir.
117.
Veg tú nú Regin smið,
sum tú hevur vegið meg,
hann er versti svíkjari,
deyða vil hann teg.“
118.
Tað var Regin smiður,
talaði so fyri sær:
„Fái eg nú, Sjúrður,
tað tú lovaði mær?“
119.
Sjúrður stakk til hjartað,
tó vegurin var trangur,
stokti hann tað á teini,
ið tríati alin var langur.
120.
Sjúrður gjørdist á hendi heitur,
hann brá sær í munn,
fuglar og so alskyns djór
vóru honum á máli kunn.
121.
Tað søgdu honum villini fuglar,
uppi sita í eik:
„Sjálvur skalt tú, Sjúrður,
eta av tíni steik.“
122.
Sjúrður stokti hjartað
og tað av teini dró,
Regin legðist at drekka
ormsins eiturblóð.
123.
Regin legðist at drekka
ormsins eiturblóð,
Sjúrður gav honum banasár
í spori, sum hann stóð.
124.
Tað var hin ungi Sjúrður,
sínum svørði brá,
síðan kleyv hann Regin smið
sundur í lutir tvá.
125.
Mikið mundi Sjúrði
gullið ognast tá,
tí hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.
126.
Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
hann bindur upp á Grana bak
gullkistur tólv.
127.
Tólv gullkistur legði hann
hvørjumegin klakk,
sjálvur settist hann omaná,
so er mær frásagt.
128.
Síðan settist Sjúrður
at ríða omaná,
Grani sprakk um lyngheiðir,
og reiður var hann tá.
129.
Hesturin rennur í oyðimørk,
leiðin var honum ei kunnug,
Sjúrður svav á teirri nátt
undir so køldum runni.
130.
So treður hann Grani
grót rætt sum vøll,
tílíkur kemur eingin aftur
í ríka kongsins høll.
131.
Nú skal lætta ljóði av,
eg kvøði ei longur á sinni,
so skal taka upp annan tátt,
og víðari leggja í minni.



    Go back
Nothing has been written about this song.
You must be a registered user to be able to post a message