|
| Bm | A | D | | Hvørt skalt tú ríða | Ólavur | mín? |
|
|
| Bm | A | Bm | A | Í | lofti | hongur | brynja | tín.“ |
|
| | Bm | A | | ( | Ungir kallar, | kátir kallar! |
|
| | G | Bm | A | Bm | | | Gangið upp á | gólv, dansið | lysti | lig!) |
|
|
|
|
ta villini hind at veiða“ |
|
|
|
„Tú fert ikki at veiða hind. |
|
men tú fert til tína leikalind. |
|
|
|
Hvít er tín skjúrta, væl er hon tvigin, |
|
í blóði verður hon av tær dirgin. |
|
|
|
Hvít er tín skjúta, væl er hon skorin, |
|
í blóði so verður hon aftur borin.“ |
|
|
|
Ólavur snúðist síni móður frá: |
|
„Gud gevi ikki ganga, sum mær er spáð.“ |
|
|
|
Ólavur ríður eftir bjørgunum fram, |
|
fann hann upp á eitt álvarann. |
|
|
|
Ólavur ríður eftir bjørgunum fús, |
|
fann hann uppá eitt álvarhús. |
|
|
|
Út kom eitt tað álvafljóð, |
|
flættað hár á herðar dró. |
|
|
|
|
|
|
|
„Ver vælkomin Ólavur Riddararós, |
|
tú gakk í dans og kvøð fyri os!“ |
|
|
|
„Tú tarft ikki at flætta títt hár fyri meg, |
|
eg eri ikki komin at eiga teg.“ |
|
|
|
„Ert tú ikki komin at biðja meg, |
|
eg havi ikki ætlað at eiga teg.“ |
|
|
|
„Eg kann ikki meira hjá álvum vera, |
|
í morgin lati eg mítt brúðleyp gera.“ |
|
|
|
„Vilt tú ikki longur hjá álvum vera, |
|
sjúkur skalt tú títt brúðleyp gera. |
|
|
|
Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja sjúk, |
|
ella vilt tú í morgin liggja lík? |
|
|
|
Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja á strá, |
|
ella vilt tú í morgin til moldar gá?“ |
|
|
|
„Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur, |
|
ilt er at liggja leingi sjúkur. |
|
|
|
Fyrr vil eg í morgin liggja lík, |
|
enn eg vil sjey vetur liggja sjúk´. |
|
|
|
Fyrr vil eg í morgin til moldar gá, |
|
enn eg vil sjey vetur liggja á strá.“ |
|
|
|
Hon bar fram eitt drykkjukar, |
|
|
|
|
Hon bar fram eitt drykkjusteyp, |
|
|
|
|
Hon skonkti honum í drykkjuhorn, |
|
|
|
|
Tann fyrsta drykkin, ið Ólavur drakk, |
|
hans breiða belti um hann sprakk. |
|
|
|
|
tú kyss meg, áðrenn tú ríður!“ |
|
|
|
Ólavur studdist við saðilboga, |
|
hann kysti tá moy av lítlum huga. |
|
|
|
Hon kysti hann so mjúkan, |
|
hon sveik hann so sjúkan. |
|
|
|
„Tú sig tíni móðir, tá ið tú kemur heim, |
|
tín foli snávaði um ein stein!“ |
|
|
|
Ólavur heim í garðin fór, |
|
úti hans móðir fyri honum stóð. |
|
|
|
„Hví ert tú so følin, hví ert tí so bleik´, |
|
sum tú hevur verið í álvaleik?“ |
|
|
|
„Mín kæra móðir, eg sigi tær sann, |
|
mín foli snávaði um ein stein. |
|
|
|
Tí eri eg følin, tí eri eg bleik´, |
|
í gjár var eg í álvaleik. |
|
|
|
Tí eri eg følin, tí eri eg sum bast, |
|
í gjár var eg teim álvum næst. |
|
|
|
Mín kæri faðir, tú heinta mær prest, |
|
mín kæra móðir, ver tú mær næst.“ |
|
|
|
Ólavur vendist til veggin brátt, |
|
hann doyði langt fyri miðnátt. |
|
|
|
|
líkini trý, tey vóru so prúð. |
|
|
|
Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans vív, |
|
tað triðja hans móðir, hon læt sítt lív. |
|
|
|
Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans moy, |
|
tað triðja hans móðir, av sorg hon doyði. |
|