Kenna tit Rasmus, Rasmus í Gørðum? |
|
Hann eigur sær bæði hestar og neyt. |
|
So hevur hann hjallin niðri í fjørum, |
|
saltfisk og sperðil om'ná hjá honum fleyt. |
|
|
|
Men Rasmus, ja Rasmus, hann følir seg so eina. |
|
|
Hann hugsar um Rasminu, sum situr heilt aleina. |
|
|
Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur. |
|
|
Slaturin gongur, hann tímir ikki longur. |
|
|
|
|
|
„Nú má eg mær finna eina fitta gentu. |
|
Hevði eg torað at ligið framvið! |
|
Eg fylgdi Rasminu, sjálvt um teir mangan flentu, |
|
men kanska hon ikki er heilt ómøgulig.“ |
|
|
|
Tí Rasmus, ja Ranmus, hann er gamal drongur, |
|
|
slaturin gongur, hann tímir ikki longur. |
|
|
Hann droymir um Rasminu bæði dagar og nætur. |
|
|
Vinirnir arga hann, so hann er ofta nokk so flatur. |
|
|
Og Rasmus, ja Rasmus, hann fór sær ein dagin |
|
yvir at nesi og norður um á. |
|
At fríggja hann ætlaði, reyður og smæðin, |
|
spurdi Rasminu, á knøunum hann lá: |
|
|
|
„Rasmina, Rasmina, mín fitta rosina, |
|
|
vilt um meg fjálga, mín lívsins kamina?“ |
|
|
„Ja, elskaði Rasmus, nú kundi eg skríggjað, |
|
|
í tríati ár havi eg nú væntað teg at fríggja.“ |
|