Havi staðið við gluggan, hoyrt hann tala |
|
um komandi harðveður, nístandi æl. |
|
Aldri sæð hann so hugtungan stara |
|
sum tá tú rýmdi, og eg skilji hann væl. |
|
|
Summarið er farið, fryst fast í hyljum |
|
sum hvítasta lín kom so kavin í nátt. |
|
Trøstarnir dansa á ísaðum línum |
|
men her hjá mær er kvirra og ró. |
|
|
|
Tú eldur í grúgvunnar tryllandi skugga |
|
|
hvar er hon í nátt tú spyrt |
|
|
sum von var at halda um høvd títt og rugga |
|
|
tí blídliga til alt var kvirt |
|
|
|
|
|
|
|
havi staðið við gluggan, hoyrt hann tala |
|
spurt hann ofta um hann sær hvagar tú fert |
|
taktur rósum, kaldur vil ikki svara |
|
um kærleikan til mín tú enn í hjarta bert |
|
havi staðið við gluggan, sæð hann stara |
|
á norðanvindin í rokinum spæla sær |
|
viðhvørt hoyrist látur í gólvbrettum braka |
|
hjartað fær hvøkk, men onki er har. |
|
|
|
Uttan tú eldur í grúgvunnar tryllandi skugga |
|
|
hvar er hon í nátt tú spyrt |
|
|
sum von var at halda um høvd títt og rugga |
|
|
tí blídliga til alt var kvirt |
|
|
|
|
|
|